Bogaskjótifelagið Ørvur
Bogaskjótifelagið Ørvur er bogaskjótifelag fyri Eysturoynna og hevur heimstað í Runavík.
Felagið varð stovnað 3. mars 1991. Stigtakarar til felagið vóru Schandorff Vang, Petur Olivar í Hoyvík og Leivur Poulsen, sum eisini mannaðu fyrstu nevndina.
Felagið hevur eini 30 limir og hevur regluligar venjingar i kjallaranum í ítróttarhøllini í Runavík. Felagið hevur staðið seg væl í kappingum her heima, eins og skjótarar úr felagnum fleiri ferðir hava vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum.
Formaður felagsins er:
Nikkel Petersen
Antarvegur 1
620 Runavík
Tel.: 791794