HEIM

Barnaverndartænastan

Kunning í samband við COVID-19

Sóttarhald og tað, at vit øll eru meira heima, kann verða serliga avbjóðandi hjá børnum, sum frammanundan hava tað trupult heima.

Barnaverndartænasturnar kring landið eru, nú sum áður, tøkar alt døgnið at veita ráðgeving og hjálp til børn og familjur. Telefon og teldupost adressur eru at finna her.

Spurningar, sum snúgva seg um corona svarast á tlf. 304040 og kunning finst á:

corona.fo

Setið tykkum í samband við barnaverndartænasturnar, um tørvur er á bráðfeingis hjálp til børn, orsaka av foreldranna vantandi umsorgan, harðskapi ella øðrum ágangi.

Vaktelefonin svarar alt døgnið, men er bert ætlað til bráðfeingis støður.

Ert tú stúrin um umstøðurnar hjá einum barni, uttan at talan er um eina bráðfeingis støðu, eigur tú at fráboða avvarðandi barnaverndartænastu. Sí nærri kunning her.

-----------------------------------------

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin fevnir um Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Mýravegur 26
620 Runavík

Tel: 41 70 00 (svarar frá kl. 9.00 – 15.00 gerandisdagar)
Vakttelefonin: 23 70 90 (svarar gerandisdagar eftir kl. 15.00, og í vikuskiftunum)
Teldupostur: barnavernd@runavik.fo

 

MyndNavnÁbyrgdarøkiTelduposturTelefon
Ingrid JensenLeiðariingrid@runavik.fo417091
Jenny PetersenSosialráðgevijenny@runavik.fo417096
Barbara JacobsenSosialráðgevibarbara@runavik.fo417093
Hanna Krista PoulsenSosialráðgevihannakrista@runavik.fo417098
Jenny DanielsenSkrivarijennyd@runavik.fo417010

 

Umboð fyri Runavíkar kommunu eru
 Lis Sørensen
Janhild Olsen