Lesandi búsitandi uttanlanda kunnu søkja um upptøku á vallista her:

https://www.uvmr.fo/fo/arbeidsoki/val/logtingsval-2019/valraettur-og-valbaeri/valraettur-hja-lesandi/

Umsóknarblað:

 

Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum (lesandi uttanlands) er 17. november 2022

KUNNGERÐ

til løgtingsveljarar í Runavíkar kommunu til løgtingsvalið 8. desember 2022

Kunngerð um vallistar, brævatkvøður og valkort.pdf