HEIM

Umsókn um grundstykki

Navn á umsøkjara (kravt)
Føðingardagur
Bústaður (kravt)
Teldupostur (kravt)
Telefon
Fartelefon
Eg søki grundstykki*í Elduvíkí Funningsfirðiá Glyvrumí Lambaí Oyndarfirðií Rituvíkí Runavíkí Saltangaráá Skálaí Skálafirðiá Skipanesií Søldarfirðií Æðuvík
Matrikul nummar
Tilmeldaður Runavíkar Kommunu?JaNei
Havi fingið grundstykki frá Runavíkar kommunu áður?JaNei
Eigi:SethúsÍbúðGrundstykki
Áðrenn tú verður skrásettur á grundstykkjalistanum, skal eitt gjald á kr. 3.000,- gjaldast á eina av niðanfyristandandi konti, viðmerkt "grundstykkjalistin depositum":
BankNordik konto nr. 6460-112.036.2
Eik Banki konto nr. 9181-187.701.3
Samstundis verður váttað, at eg uppfylli treytirnar í "Reglugerð fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu", sum er at síggja niðanfyri.

Reglugerð fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu         

  1. Frá  01.06. 2014 skulu allar umsóknir til grundstykkjalistan verða skrivligar.
  2. Umsóknin verður sett á grundstykkjalistan, tá  umsøkjarin hevur goldið kommununi tað til eina og hvørja tíð ásetta depositum.
  3. Fyri at vera settur á listan, skal umsøkjarin vera
    • Fyltur 18 ár
    • Ikki eiga kommunalt ella privat grundøki í Runavíkar kommunu ella vera giftur ella samlivi við persón, ið eigur slíkt grundøki
    • Hava inngoldið kr. 3.000,- í depositum. Upphæddin verður trekt av søluprísinum fyri grundøkið, tá hetta verður útlutað
    • Velur umsøkjari av eini ella aðrari orsøk at lata seg strika av aftur listanum, verður upphæddin goldin aftur uttan rentur.
  4. Umsøkjari, ið stendur fremst á listanum, fær fyrst boðið grundøki.
  5. Umsøkjari, sum sambært grundstykkjalistanum fær boðið kommunalt grundøki, men ikki hevur møguleika at taka av tilboðnum, kann, um hann ynskir tað, varðveita plássið á gundstykkjalistanum. Hetta kann tó bert gerast tvær ferðir, og verður umsøkjarin strikaður av listanum, um hann ikki tekur av triðju ferð.
  6. Um umsøkjari ella hjúnafelagi/samlivari eiga hús, tá hann søkir um ella fær tilboð um kommunalt grundøki, kann hann ikki fáa játtað grundøki frá kommununi, fyrrenn váttan fyriliggur uppá at húsini verða seld.
  7. Nevndu reglur verða at galda fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu, og verða stýrdar umsitingarliga.
  8. Møgulig frávik frá reglunum kunnu bert góðtakast, tá talan er um serstakar grundir, og skal Byggi- og býarskipanarnevndin í hvørjum einstøkum føri góðkenna hesi.