HEIM

Umsókn um grevstrarloyvi

  • Frá:
  • Til:
  • Almennar treytir:

    Umsøkjarin letur kommununi váttan frá tryggingarfelag, um endurgjaldsábyrgd fyri skaða, sum grevstrararbeiðið er orsøk til. Tryggingarupphæddin fyri ávikavist materiellan- og persónsskaða, er kr. 5 mió. og kr. 10 mió. Umsøkjarin váttar at gjalda allar útreiðslur í sambandi við neyðugt umvælingararbeiði – íroknað møguligar skaðar á leiðingar, sum liggja har grivið verður. Umsøkjarin skal tola, at grevstrarloyvið kann verða broytt ella afturtikið, íroknað krøv um broytta girðing og skelting, eftir boðum frá teknisku deild ella ferðslupolitinum, meðan arbeiðið fer fram. Saman við hesi umsókn skal latast kommununi tekning/skitsa til góðkenningar, sum lýsir hvar grevsturin fer fram og hvussu ferðsla verður skipað og ávarað við girðingum, og skeltum. Tekniska deild kann, upp til 1 ár eftir at grevstrararbeiðið er liðugt, eftir sýn krevja umvælingar gjørdar fyri umsøkjarans rokning. Har grivið verður í koyri- og/ella gongubreyt, skal uppgrivna tilfarið koyrast burtur og nýtt, av Teknisku deild góðkent tilfar, koyrast í aftur og komprimerast væl og virðiliga – í mesta lagi fyri hvørjar 30 cm í tjúkt. Tá grivið verður í gongubreyt, skal asfaltið takast av allari gongubreytini eftir grøvini. Galdandi kostnaður fyri asfaltering er góðkendur við undirskriftini av umsóknini: Gongubreytir: 360,00 kr./m2 +MVG Koyribreytir: 360,00 kr./m2 +MVG Umsøkjarin játtar somuleiðis at fylgja treytunum og viðmerkingunum omanfyri og eisini ásetingum frá Teknisku deild og/ella avvarðandi vegmyndugleika.
  • Loyvið er treytað av, at politiið eisini gevur loyvi (ferðslan og avmerking fyri ferðsluni)

    Áðrenn grevsturin byrjar, skulu møguligar leiðingar/kaðalar/rør í jørðini avmerkjast á staðnum av SEV, FT-Net, Runavíkar kommunu (vatn,gøtuljós, kloakk) og avvarðandi eigarafeløgum/feløgum (sjónvarpskaðalar/fjarskiftiskaðalar
  • Slip fil her eller