HEIM
10.08.2018

Zuiderdam vitjar í Runavík leygardagin 11. august

Stóra ferðamannaskipið Zuiderdam kemur inn á Runavíkar Havn komandi leygardag 11. august, og liggur við kai frá kl. 7.00 til 17.00. Seinast Zuiderdam vitjaði í Runavík, var á sumri í 2016.

Runavíkar Havn og Visit Runavík eru væl fyrireikaði at taka ímóti ferðafólkunum og hava skipað móttøkuna væl við ymsum upplivingum í økinum. Millum annað verður móttøkutiltak uttanfyri Visit Runavík kl. 12.00 við føroyskum dansi.

Øll eru vælkomin at luttaka. Zuiderdam er 291 metrar langt og umborð eru umleið 2.200 ferðafólk úr USA og Canada og manningin telur 850 fólk. Tað er reiðaríið Holland America Line, sum eigur skipið og føroyska umboðsfelagið er Tor Shipping.

Runavíkar Havn og Visit Runavík gleða seg at taka ímóti Zuiderdam!