HEIM
24.11.2016

Yvir um fjørðin eftir vatni

Røða í samband við, at vatnverkið á Skála varð tikið í nýtslu.

70% av jarðarinnar útskinni – yvirflatu - er vatn og sjógvur. Á leið 70% av mannakroppinum er vatn, ikki minst húðin, og hartil eru vit øll komin svimjandi til lívið ígjøgnum fosturvatnið hjá mammum okkara. Áhugaverdir balansar í Skapanarverkinum, sum síggjast aftur í atferðini hjá okkum øllum. Eygleið t.d. teir smáu óvitarnar. Sleppa teir framat vatni ella sjógvi fara teir í eitt við hesi, hóast teir hava lítið meiri enn gonguvit, tað dregur eygsýniliga ímillum, substansurin er ein og hin sami. Í køksvaskinum, seinri í einum hyli, gili, eini á ella niðri í fjøruni. Alt ein natúrlig gongd, tí vóru vatn og sjógvur ikki, vóru vit heldur ikki.

Vatn er ikki bara megintreytin fyri lívi, nógmikið av vatni er eisini treytin fyri menning og vøkstri. At fáa vatn til vega, reint vatn, er ein verkætlan sum allur heimurin stríðist við í gerandisdegnum. Støðið í einum samfelag kann sum oftast mátast eftir, hvussu tað hevur eydnast at fáa tamarhald á fossum, áum og keldum. Milliardir av menninskjum kring heimin liva og royna at virka undir korum, har royndin ikki enn hevur eydnast, meðan onnur hava knossað somikið, at sjálvt oyðimerkur eru vorðnar fitilendi og urtagarðar.

Um tað mundið, táið tey á mínum aldri vóru óvitar, vóru tey fá sum grunaðu, at bygdirnar eystanfyri við Skálafjørðin fóru at koma í trot á hesum mótinum. Í láglendinum var ikki nógv vatn, men somikið kortini, at tað fanst altíð fram á eina keldu, ið kundi nøkta tørvin hjá einum nýggjum húsarhaldi. Tað ráddi um at krøkja eina goymslu – eitt bassin – í eina keldu, og haðani eina rørleiðing oman úr brattanum. Kom at hugsa um hetta á ferð í Albania í summar. Øll hesi bumbuskýlini kring landið, ið skuldu verja fólkið ímóti hernaðarálopum uttaneftir, armerað betong, átøk øllum bassin´unum á Glyvrum í mínari tíð. Vell nógmikið av vatni úr tøku kelduni, kundu nøkur húsarhald vera saman um eitt bassin, og táið vit einaferð í sekstiárunum fluttu úr Syðrugøtu út á Glyvrar at búgva, var hetta eitt mál sum skuldi loysast, annars var ikki lív lagað.

Vit báðir feðgarnir válaðu kring um í økinum fyri at finna eina keldu, sum kundi spaða nógmikið til tann tørvin, sum var treytin fyri, at hetta nýkomna húskið í bygdini kundi liva eitt sømiligt og hóskiligt lív frameftir. Tað gingu nakrir dagar við liturmálið og stoppurið, og umsíðir funnu vit eina nóg rúma keldu í gerðinum hjá bygdarmanninum og læraranum Eliesari í Beiti, beiggi hin navnframa Jóhan, sum varð róptur Gamli lærari á Skála. At fáa samstarv í lag við hin vitborna Eliesar man hava gingið sum eftir ánni, tí minnist eg lítið og onki til tann partin av verkætlanini, - og tað var nú gamalt, ikki at nokta fólki vatn, ella rættari, tað var tiltikið at nokta fólki vatn.

vatnverkid-2016-026

Bassinið skuldi stoypast, og goymslan skuldi vera ivaleysa rúm. Hin stóra blandimaskinan hjá abba mínum stóð og hurraði og hvein í túninum, meðan blandaða betongið varð borið í jarnleypi niðan undir niðaru bøðgarðarnar í bygdini. Eitt øgiligt knoss, men væl leið frá, og hetta var ein nøktandi loysn í mong Harrans ár, og vit vóru ímillum tey seinastu húskini í bygdini og økinum, sum seinri knýttu okkum í Lambavatnið, sum tikið verður til.

Lambavatnið er fyrsta teknið um, at gróðurin og menningin í økinum, bæði í fólkameingi og vinnulívi, hevði yvirhálað møguleikan fyri at hála vatn í nærumhvørvinum. Teir, sum ráddu fyri borgum í forstandaraskapinum, valdu so skilagott at fara niðan í brekkuna í Lamba fyri at nøkta hin nýggja tørvin. Ein skilagóð loysn, sum í mong ár hevur verið nøktandi við Toftavatni og Glyvragjógv sum tilspaðarum, men enn einaferð hevur menningin yvirhálað verandi veruleika. Ofta hevur verið hildið, at lambamenn harka meiri enn aðrir føroyingar, nógvi mjørkin um sumrarnar skal vera orsøkin, kanska verður tað ikki frægari av at hann onkuntíð liggur í so tráur inn eftir víkini, og eftir at vit komu undir vatnregime í Lyngbrekku, plagdi skemtandi at verða tikið til, at nú vóru øll út eftir Síðuni smittað, og farin at harka so illa, at hetta var blivin ein nýggjur kollektivur kulturur, sum gjørdist ein partur av samleikanum í kommununi. Hvørja ávirkan Skálavatnið fer at hava í so máta, er ov tíðliga at siga nakað um enn.

Tað var fyri fáum árum síðani farið at standa rættiliga á, serliga um sumrarnar, og táið eitt veitingarskip skuldi hála túsund tons av vatni við bryggjuna, fóru niðaru level-lúrarnir hjá Hermanni og vatnverkinum at jarma. Hetta var ikki ein haldbar støða, og nú vóru góð ráð dýr. Um ta tíðina, táið kommunalt samstarv fekst yvir um fjørðin, fyri áleið 10 árum síðani, tekur spurningurin seg upp, hvussu framtíðartørvurin á vatni skal loysast í økinum av Lambareiði út á Glyvrar, til Saltangará, í Runavíkina og til Ritu- og Æðuvíkar. Lendið er lágt og lítið til ummáls, tað goymir ikki serliga stórar nøgdir av vatni, og hetta er ein stórur trupulleiki, táið turkurin liggur um sumrarnar, og táið liggjandi frost er á vetri. Upplandið vestanfyri við fjørðin er munandi víðari, og sagt verður, at eystursíðurnar á føroysku fjøllunum sum heild geva meiri vatn enn vestursíðurnar. Tað er tiltikið at fara yvir um ánna eftir vatni, men burturúr hesum veruleika spratt kortini hugsanin um at fara yvir um fjørðin eftir vatni.

Árini 2011-2013 varð vegur gjørdur niðan til økið, har vatni skuldi takast, og lendið varð planerað, harið goymslubrunnarnir skuldu setast. Uppi í Kíki, sum skálamenn rópa staðið. Árini 2014-2016 verður vatnverkið sjálvt smíðað, og leiðing løgd yvir um fjørðin av Gjarnanesi yvir á Langanes. 16. mars í ár runnu fyrstu droparnir ígjøgnum leiðingina, ið kann flyta 200 rúmmetrar av vatni um tíman eftir havbotninum, og til ber at vaksa nakað um mongdina við eini pumpuskipan, táið tørvur verður á tí. Goymslubrunnarnir hýsa 3000 rúmmetrum hvør, harvið hava vit eina støðuga goymslu Uppi í Kíki, omanfyri Skála bygd, á 9000 rúmmetrar. Nýtslan hinumegin fjørðin, av Lambareiði og úteftir, er 60 rúmmetrar um tíman til húsarhaldini og 200 rúmmetrar um tíman til vinnulívið. Saman við vatninum úr Lamba, Glyvragjógv, Toftavatni og goymsluni í Saltangará á 1600 rúmmetrar, er vatnmálið loyst við hesi verkætlanini fram haðartil, táið vit aftur verða yvirhálað av menningini annars í mun til vantnýtsluna. Vit kunnu ídag staðfesta, at var hendan verkætlanin, sum hevur kostað Runavíkar kommunu 36 milliónir krónur, ikki vorðin veruleiki, so var stígur komin í, serliga á vinnuøkinum, og fyri eitt øki, sum stendur og fellur við vinnumøguleikunum, merkir hetta tað sama sum stagnatión, í besta føri status quo – og tað er ringasti møguligi møguleikin.

Rituvíkin hevur um sumrarnar havt stórar trupulleikar av vatntrotið, neyðugt hevur ávísar tíðir verið at flutt vatn til bygdina, tí er leiðing løgd yvir hagar, og á fíggjarætlanini 2017 er upphædd sett av til tað, eisini at grava leiðing til Æðuvíkar soleiðis, at eisini hendan bygdin verður krøkt uppí høvuðsleiðingina um eini 2-3 ár. Æðuvík hevur sum er sama trupulleikan sum Rituvíkin á hásumri. Skála bygd verður eisini krøkt uppí hesa nýggju skipanina, og gamli brunnurin verður avloystur av eini leiðing til bygdina.

Kommunala vatnskipanin strekkir seg, sum er, yvir eitt øki á umleið 15 kilometrar, og teinurin ímillum Vatnverkið á Skála og tað í Saltangará er áleið 5,5 kilometrar langur. Vatnið verður tikið í áleið 170 metra hædd í Prestá, men upplandið kann víðkast inneftir til Gjógvará og Kumlá og úteftir til Skálagarðsá og Markrá. Undir fjørðinum fer leiðingin niður á umleið 65 metra dýpi og á Glyvrum og í Saltangará, hinumegin fjørðin, liggur leiðingin omanfyri bøgarðarnar í áleið 100 metra hædd. Á Rituvíkshálsi eru vit áleið 80 metrar omanfyri sævarmálan, tí ber til at flyta vatnið eystur um Hálsin uttan aðra orku enn hana, sum finst í Skapanarverkinum – tí er tíðin farin við vatntroti í Rituvík, og støðan verður sum sagt hin sama í Æðuvík um fá ár.

Hetta hevur verið ein av størstu verkætlanunum hjá Runavíkar kommunu yvirhøvur, og nógvir aktørar skulu samvirka væl, fyri at fáa eina slíka kabalu at ganga upp. Í høvuðsheitum ber til at nevna, at:

  • JKH hevði ábyrgdina av at gera vegin niðan og økið kring um Vatnverkið á Skála.
  • RTS hevur staðið fyri gravi, leiðings, - byggiarbeiðnum.
  • Búsetur, Elcon og Zacharias Leitisstein hava verið undirarbeiðstakarar teirra.
  • Nomatek hevur staðið fyri reinsiverkinum.
  • El-Teknik hevur tikið sær av ravmagninum og stýringunum.
  • HTO bygdi brunnarnar og KBH var undirarbeiðstakari teirra.
  • SMJ gjørdi prosjektið, og hevur havt eftirlitið og byggileiðsluna.

Nú verkætlanin er handað Runavíkar kommunu formliga, fari eg vegna borgararnar í kommununi at takka øllum teimum, ið onkursvegna hava havt ein fingur við í hesum spælinum so hjartaliga fyri, at vit nú í felag hava fingið tamarhald á hesi lívsneyðugu veiting yvir um fjørðin. Ikki minst teimum, ið góvu okkum loyvi til at fara inn í hetta økið, og sum varða av og sita fyri haganum vit standa í – Uppi í Kíki - fyri at hála vatn. Hevði gamli Símun Højgaard vita seg aftur í verðina. Nú fara bygdarmenn hansara í Rituvík skjótt at drekka vatn úr Prestá í haga hansara á Skála, ja, soleiðis umskiftist so mangt, alt eftir hvussu mannaættin tekur seg fram í samfelagsmenning.

Onki vatn - onki lív. Ov lítið vatn – ongin menning. Júst hendan verkætlanin ger, at vit frameftir kunnu bjóða økið fram til nýggjar borgarar og enn ósæddar vinnuverkætlanir, sum fara at menna høvuðsmotorin í Føroyum, Eysturoynna, uppaftur meiri.

Møguliga loysir tað seg ikki at fara yvir um ánna eftir vatni – men onkuntíð kann tað loysa seg at fara yvir um fjørðin eftir hesi megintreyt fyri øllum tí, sum eitt framkomið samfelag annars skal standa á og mennast saman við.

Hjartaliga takk fyri øll somul.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri