HEIM
15.03.2010

X-Factor stjørnan Anna Nygaard

Leygarkvøldið bleiv unga Glyvra gentan Anna Nygaard stemma út úr x-Factor kappingini. Eftir at enda í vandabólkinum saman við Jesper, mátti Remee taka hørðu avgerðina, at senda annað teirra heim og hevur tað skapað nógva umrøðu ímillum fólk og fjølmiðlar, at hann valdi at senda Annu heim.

Fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr Annu og vænta hevur verið, at hon fór at koma langt í kappingini og tí er eisini gjørt nógv burtur úr, nú hon bleiv stemma út.

Anna kom heim leygardagin at luttaka í sendingini Hvonn Live hjá Rás2, har hon greiddi frá hvussu hon upplivdi dramatisku kappingina fríggjakvøldið. Hon heilsaði eisini uppá Kaj Leo Johannesen, Løgmann, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum og Magnus Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum eisini hevur verið lærari hjá Annu í fólkaskúlanum.

Anna fór aftur til Danmarkar sunnudagin, so nú gleða vit okkum til, um hon tekur av tilboðnum, hon fekk frá Magnus Rasmussen, borgarstjóra, at upptrakka í Løkshøll tá hon kemur heim aftur.