HEIM
16.04.2010

X Factor stjørnan Anna, fer at hava konsertir í Føroyum, saman við The X Orchestra

Føroya nýggja stjørna frá X Factor 2010, Anna, heldur konsert í heimbygdini Runavík og í Tórshavn. Við sær á pallin hevur Anna tað upprunaliga The X Orchestra.

Stór autentisk rødd. Ein sonn diva. Eitt náttúrubarn. Eitt hitt størsta talentið, sum nakrantíð hevur verið við í X Factor. Stór, flott orð hava verið at hoyrt um 18 ára gomlu Annu Nygaard, sum var við í X Factor-liveshowunum í 2010. Nú kemur hon so heim til Føroya at halda tvær konsertir í mai. Fyrsta konsertin verður hósdagin 27. mai í Løkshøll í Runavík, heimbygdini hjá Annu. Dagin eftir, fríggjadagin 28. mai, verður farið til Havnar, har Anna vitjar Norðurlandahúsið. Og hon kemur ikki einsamøll!

Við sær á pall hevur Anna tað upprunaliga The X Orchestra, sum eisini fylgdi øllum tónlistafólkunum í teimum stóru liveshowunum á DR. Tónleikararnir í The X Orchestra teljast millum teir bestu í Danmark; teir hava spælt og samstarvað við nøvn sum Sanne Salomonsen, Tue West, Daniel Bedingfield (UK), Nik & Jay, Johnny Deluxe, Thomas Helmig, Sko/Torp, Anders Blichfelt, Peter Belli og mong onnur…
Í felag skulu Anna og The X Orchestra aftur framføra sangir sum: "Tomorrow never dies," "American boy," "Figther," "Whatever happens" og "You know I’m no good." Allir eru sangir, sum Anna sang á pallinum í X Factor 2010.

Anna hevur eisini gittaristin Hjalta Joensen við sær til tær báðar framførslurnar. Tey bæði hava nú í samfullar 9 vikur ligið á føroyska hittlistanum við Change the World.

Eftir konsertirnar fáa fólk høvi at hitta Annu.

Atgongumerki kosta kr. 240,- + avgjald og kunnu keypast á hesum støðum: Kunnningarstovan í Tórshavn, Kunningarstovan í Klaksvík, Kunningarstovan í Runavík, Kunningarstovan í Fuglafirði og á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.