HEIM
26.10.2007

www.nsi.fo: NSÍ bjóðar til veitslu eftir dystin leygardagin

mikudagur, 24. oktober 2007
Marnar Pattinson

Í samband við at kappingin í Formuladeildini endar leygardagin, bjóðar NSÍ til veitslu kl. 18.00 leygarkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík

Í samband við at kappingin í Formuladeildini endar leygardagin, bjóðar NSÍ til veitslu kl. 18.00 leygarkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík. Har verður smyrjibreyð, kaffi, te og køkur at fáa. Møguleiki verður eisini at keypa drykkivørur.

Á skránni verður felagssangur o.a. undirhald. Tann árliga uppboðssølan av leikarablusum verður eisini, har til ber at ogna sær eina blusu hjá onkrum av hetjum okkara á gull-liðnum. Viðmerkjast skal, at privatfólk mugu gjalda kontant, ímeðan fyritøkur kunnu keypa uppá rokning.

Av tí at høllin skal nýtast til Faroe Expo dagin eftir, endar veitslan í høllini kl. 24.00, men heldur fram í Støkk-høllini, har góður dansur verður.

Øll eru vælkomin!