HEIM
28.06.2007

www.kapprodur.fo: Teir Gulu vinna og vinna

28.06.2007 - 01:37

Teir Gulu bátarnir hjá kappróðrarfelagnum NSÌ, hava vunnið allar tríggjar róðrarnar hjá bæði áttamannaførinum og tíggjumannaførinum.

Um hesir bátar vera tiknir í ár er sjálvandi ilt at meta um, tí fýra stevnur eru eftir at rógva harav ein er undir 1000 metrar.

Men higartil hava teir GULU veri sannførandi, bæði Heiðabáturin og Eysturoyingurin, men hjá áttamannaførinum er munurin styttur ímillum teir fremstu bátarnir.

Á seinastu stevnu sum var Jóansøkan á Tvøroyri, var Argjabáturin 6 sek. frá Heiðabátinum, og Ørvur var 8 sek.,frá og Árnfirðingurin 10 sek., á Norðoyastevnu var Árnfirðingurin 29 sek., frá Heiðabátinum.

Hjá 10 mannaførinum er munurin eisini styttur frá Norðoyastevnu tá var munurin ímillum Eysturoying og Vestmenningin 20 sek., á Sundalagsstevnu var munurin 6 sek og á Jóansøku 7 sek.

Nú bíða vit øll spent til Varmakeldu sum verður í Fuglafirði um vikuskiftið.