HEIM
07.06.2011

www.eystanstevna.fo

Í samband við Eystanstevnuna í Runavík 9.-11. juni er ein serstøk heimasíða gjørd.

Á heimasíðuni www.eystanstevna.fo er skráin fyri stevnuna at finna. Eisini ber til at lesa nærri um tey mongu spennandi tiltøkini sum verða fyriskipaði.

Um tú finnur okkurt forvitnisligt, er lætt at deila tað við tínar vinir á facebook.
Tað er Eystanstevnunevndin, ið er mannað við umboðum fyri lokalu ítróttarfeløgini, Kunningarstovuni í Runavík og Mentanardeildini hjá Runavíkar kommunu, sum fyriskipa Eystanstevnuni.