HEIM
17.10.2007

www.123.fo: Stór framsýning av 50 ára søguni hjá NSÍ

Sunnudagin 28. oktober kl. 16.00 letur upp ein sera spennandi framsýning um søguna hjá ítróttarfelagnum NSÍ í Heiðahúsinum í Saltangará.
Framsýningin er ein liður í teimum ymisku hátíðarhaldunum hjá felagnum, í samband við at NSÍ í ár hevur 50 ár á baki. Fyrireikararnir av framsýningini hildu tað verða sera væl hóskandi at leggja hesa áhugaverdu framsýningina í árligu mentunarvikuni hjá Runavíkar Kommunu, sum eisini fellur saman við stóru vinnustevnuni Faroexpo.

Framsýningin verður soleiðis í tíðarskeiðnum 28. oktober til og við 4. november, og kemur hon at verða opin allar dagarnar frá kl. 17.00 til 20.00, tó byrjar hon tann fyrsta dagin kl.16.00 við móttøku.

Í høvuðsheitum kemur at verða talan um eina fjølbroytta myndaframsýning, sum kemur at lýsa øll hesi fyrstu 50 árini hjá felagnum. Harafturat verður eisini ymiskt annað sera áhugavert at síggja, so sum gamlir búnar, brot úr gerðabøkum, v.m. Hvønn dag meðan framsýningin koyrir kemur hon eisini at fáa vitjan av gomlum sum ungum kendum NSÍ''arum

Fyrireikararnir hava longu megnað at fingið til vega heilt fitt av tilfari frá fólkinum á staðnum, men ynskja framhaldandi at útvega sær meira tilfar, so framsýningin kann gerast so góð og fullfíggjað sum tilber, og heita fyrireikararnir tí framvegis á tey sum liggja inni við áhugaverdum tilfari í samband við søguna hjá NSÍ, um at seta seg í samband við seg, og kann hetta gerast við at ringja á tlf. 223184 Tey sum eisini vita um okkurt, sum tey meta eigur at verða ein partur av hesi framsýningini, eru eisini væl komin at ringja.

Fyrireikararnir ivast onga løtu í at framsýningin av 50 ára søguni hjá NSÍ kemur at verða væl vitja, eins og teir heldur ikki ivast í, at tey sum vitja koma at fáa eitt gott upplivilsi. Framsýningin er ókeypis

Birgir Poulsen - birgir@123.fo