HEIM
16.08.2013

Vodafone opnar handil og skrivstovu í Saltangará

Leygardagin 17. august kl. 10 opnar Vodafone ein nýggjan handil og skrivstovu í Saltangará. Hetta er ein liður í, at Vodafone ynskir at koma tættari at kundunum í Eysturoynni.

Fólk kunnu síggja fram til ein spennandi og nýmótans handil, ið altíð er klárur at veita góða tænastu og nýggjastu vørurnar á fjarskiftismarknaðinum, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone.

Við nýggja handlinum verður sniðið og stílurin hin sami sum í Vodafone handlunum í SMS og í Klaksvík, so tann vitjandi fær sama upplivilsi í øllum Vodafone handlunum.

Leygardagurin verður sjálvsagt merktur av góðum upplatingar- og køtilboðum, livandi tónleiki og undirhaldi, umframt at okkurt gott verður til góman, bæði til vaksin og børn.

Skráin fyri leygardagin 17. august

Kl. 10.00: Handilin opnar

Kl. 13.00: Angela og Hannibal undirhalda

Kl. 14.30: Signar í Homrum syngur

Handilin í Saltangará hevur annars vanliga opið:

Mána- til hósdag: kl. 10.00 - 17.30

Fríggjadag: kl. 10.00 - 18.00

Leygardag: kl. 10.00 - 14.00