HEIM
11.06.2015

Vitjan úr Uummannaq

Í gjár vitjaðu nøkur børn av barnaheiminum í Uummannaq í býráðshúsunum í Saltangará. Uummannaq og Runavík eru vinarbýir, og plaga børnini at støkka inn á gólvið, tá tey vitja um okkara leiðir.

Ann Andreasen, leiðari av barnaheiminum, hevur ferðast við børnunum í eina tíð, og hava tey framført, har tey hava verið. Ferðin hevur verið long, og hava tey m.a. vitjað á Hawaii og í Washington.

Á løtuni í býráðssalinum í gjár framførdu børnini bæði meiri siðbundar grønlendskar sangir við trummum, og egin verk við guitara. Harumframt var ein eldri kønur guitarleikari við á ferðini, og sungu tey nakrar sangir, sum vóru inspireðair av tónum úr Hawaii. Guitartónarnir høvdu røtur í serligu tónleikamentanina, sum var í kolanámsbýinum Qullissat, áðrenn býurin varð niðurlagdur í 1972.

Løtan var forkunnug. Børnini vístu í framførðslunum samanhald, eldhuga og tónlistarlig evni. Og eftir framførðslurnar greiddi Ann Andreasen frá barnaheiminum og arbeiðinum, sum bleiv gjørt har.

Borgarstjórin, Magnus Rasmussen, og varaborgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, sum er gubbi hjá einum av hesum ungu, umboðaðu býráðið. Býráðsumsitingin var eisini og lýddi á framførslurnar.