HEIM
04.05.2011

Visit Faroe Islands í Runavík

Hesar næstu dagarnar verður stór ferðavinnuráðstevna í Føroyum, har nógvir útlendskir ferðasmiðir og ferðaskrivstovur eru við.

Tað eru Atlantsflog og Ferðavinnudeildin í Uttanríkisráðnum, sum skipa fyri og endamálið er at vísa útlensku ferðasmiðjunum og ferðaskrivstovunum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál.
Tiltakið byrjar í morgin, hósdagin 5. mai við móttøku í Mullers Pakkhúsi og heldur fram við framløgum og verkstøðum í Løkshøll í Runavík fríggjadagin.
Leygardagin eru útferðir á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.
Hetta er eitt afturvendandi ferðavinnutilltak, sum øll ferðavinnan í Føroyum stendur aftanfyri.
Fyrireikararnir siga, at teir fegnast um at undirtøkan er óvanliga stór í ár.
Undanfarin ár hava einir 40 útlendingar verið á ráðstevnuni, men í ár eru einar 70 útlendskir ferðasmiðir og ferðaskrivstovur komnar higar at kunna seg um Føroyar sum ferðamál.
Umframt ferðavinnufólk úr okkara grannalondum og Evropa, eisini Eysturevropa, eru ferðavinnufólk eisini komin higar úr Russlandi, USA og aðrastaðni.
Seinni í ár verða Føroyar eisini vertur fyri Vestnorden Travel Mart, sum er ferðavinnustevna, sum Føroyar, Grønland og Ísland skipa fyri. Tann stevnan er í Føroyum fjórða hvørt ár og í ár verður hon í døgunum 13-15 september.