HEIM
25.09.2017

Vísindavøka á ferð í kommuni 18-28. sept.

Bókasavnið við Løkin er ein av mongum vertum í árliga tiltakinum hjá Granskingarráðnum – Vísindavøkan á ferð 2017.

Vit hava fingið heiðurin at taka ímóti 6 ymiskum fyrilestrum frá granskarum. Runavíkar kommuna er ein landafrøðiliga spjædd eind, og tí er avgjørt, at fyrilestrar verða á trimum støðum í kommununi – í Oyndarfirði, á Skála og í Runavík.

Skráin sær soleiðis út:

Skála skúli - tann 18.9. kl. 19.30: Jana Ólavsdóttir Grundvatn í Føroyum.

Oyndarfjarðar skúli – tann 19.9. kl. 19.30: Sólvá K. Eliasen Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?

Bókasavnið við Løkin – 20.9. kl. 19.30: Toke M. Carlsen Matematikken bag kunstig intelligens.

Barnagarðurin á Mýrunum - 25.9 kl. 19.30: Turið Hammer Títtleikin av tarmbrunasjúkum í Føroyum

Bókasavnið við Løkin – 27.9. kl. 19.30: Bogi Magnussen og Knud Simonsen Sjóvarfalsrákið á snildfon

Skála skúli 28.9. kl. 19.30: Vár í Ólavstovu Gevur vend læring og førleikalæring betri og varandi læruúrtøku?

Nærri frágreiðing um einstøku fyrilestrarnar kemur skjótast gjørligt á heimasíðuna hjá bókasavninum: www.lokin.fo.

Fyrilestrarnir eru 30-45 minuttir til longdar. Haraftrat koma spurningar og møguligt kjak.

Ókeypis atgongd.

Granskingarráðið og Bókasavnið við Løkin