HEIM
30.04.2007

Vinnuvitan: Størsta handilshúsið við Skálafjørðin letur upp

fríggjadagur 27. apríl 2007

Leygardagin letur nýtt handilshús upp í Runavík. Berglon, sum samstundis verður størsta handilshúsið við Skálafjørðin, er ein samansjóðan av trimum vælkendum handlum í økinum: Leikabúðin Leika, gávubúðin Gávan og útgerðarbúðin Teymar, sum nú øll eru savnaði á einum staði. Teymavirkið, sum fyrr helt til í einum parti av handilshúsinum, flytur alt sítt virksemi út í nýggjan framleiðslubygingin í Søldarfirði.

NÝTT HANDILSHÚS - Eiler Fagraklett

Teymavirkið hevur mong ár á baki
Tað var í 1961, at Ove Berg, sum tá var fiskimaður, byrjaði at framleiða teymar í kjallara sínum í Runavík. Teymarnir gjørdust skjótt væl umtóktir, og framleiðslan øktist støðugt tey fylgjandi árini. Eftir at virksemið í 1974 varð flutt oman á havnaøkið í Runavík, byrjaði framleiðsla av línum. Umframt at framleiða til føroyska marknaðin, útflytir Teymavirkið teymar og línu til skandinavisku londini, Grønlands og Íslands.
Fram móti aldarskiftinum vórðu teymar og línur framleiddar úr hálvlidnari vøru, sum varð innflutt úr Suðurevropu. Men av tí at góðskan á innfluttu vøruni ikki altíð var eins, var ikki møguligt hjá Teymavirkinum at tryggja sínum kundum, at línan, sum hann fekk hesaferð, skikkaði sær júst sum tann línan, hann keypti seinast. Tí vóru maskinur keyptar at spinna tráð úr reinari rávøru. Hetta ber í sær, at Teymavirkið í dag hevur vissu fyri, at línan og teymar, sum framleidd verða, altíð hava somu høgu góðskuna.

Teymavirkið byggir út og víðkar virksemi sítt.
Eftir at Teymavirkið í oktober í 2001 keypti Snørisvirkið í Klaksvík, eru møguleikarnir munandi øktir fyri at veita bæði línuflotanum og øðrum kundum eina væl betri tænastu. Á báðum virkjunum eru fólk við drúgvum royndum innan framleiðslu og sølu av fiskireiðskapi til línuveiðu. Eisini er nú møguligt at samskipa framleiðsluna eftir skiftandi tørvi og eftirspurningi, soleiðis at bíleggingar kunnu avgreiðast skjótari.
Í handlunum í Runavík og Klaksvík er, umframt fiskireiðskapur, klæði til fiski- og arbeiðsfólk, persónlig trygdarútgerð og onnur útgerð til fiskivinnuna at fáa. Í Runavík er eisini stórt úrval av búnýtisvørum og gávulutum.

Ásannandi at bygningurin í Runavík er vorðin ov lítil, er Teymavirkið farið undir at byggja nýggjan framleiðslubygning í Søldarfirði. Samlaða gólvvíddin verður umleið 2000 fermetrar. Klárt verður at flyta inn í nýggja bygningin fyrsta dagin.

Les meira í pappírsútgávuni av Vinnuvitan hesa vikuna.