HEIM
11.05.2007

Vinnuvitan: SKIPASMÍÐ – Magni Olsen

Útlitini fyri skipasmíði í Føroyum eru góð
hósdagur 10. maj 2007
Tekin eru um at føroyskt skipasmíð í løtuni er í eini endurføðing. Á skipasmiðjuni á Skála smíða tey í hesum døgum tvey veitingarskip til reiðaríið Thor í Hósvík, og á North Atlantic Fish Fair í farnu viku skrivaðu Vestlax og Tórshavnar Skipasmiðja undir sáttmála at byggja tvær nýggjar tvíkiljur. Tað eru 18 ár síðani seinast nýbygningurin varð flotaður á Skála og langt hevur verið millum nýbygningarnar í Havn, men nú eru tekin um, at vend er komin í, og gordiski knúturin, ið hevur bundið føroyskt skipasmíð niður tykist vera loystur.

Tað vóru stórtíðindi, ið bórust, tá tað farna heyst frættist, at Thor í Hósvík hevði skrivað undir sáttmála við skipasmiðjuna á Skála um bygging av einum veitingarskipi til felagið. Teir vóru ikki meira enn farnir undir arbeiðið við fyrra skipinum, tá frættust tíðindi um, at Thor og Skála Skipasmiðja høvdu skrivað undir sáttmála um enn eitt veitingarskip. Í gjár var nýggi trolarin hjá Bjarna Kass tekniskan royndartúr og verður latin reiðarínum leygardagin og í næstum fara tey á Tórshavnar Skipasmiðju undir at byggja tvær nýggjar tvíkiljur til Vestlax. Vinnuvitan hevur spurt Magnus Magnussen, verkfrøðing og fyrrverandi skipasmiðjustjóra, hvat hann heldur um útlitini hjá føroysku skipasmiðjunum.

Tað eigur at bera til
Magnus Magnussen fegnast um gongdina innan føroyska skipabygging og sigur, at hann er sannførdur um, at tað eigur at bera til at byggja skip í Føroyum. Sum er hava flestu útlendsku skipasmiðjurnar úr at gera og veitingartíðin er long. Verður avtala gjørd í dag um at byggja nýtt skip, gongur eitt ár ella tvey, áðrenn útlendskar skipasmiðjur kunnu lata nýbygningin. Stóri eftirspurningurin eftir nýggjum skipum ger, at kappingin um nýbygningarnar ikki er so hørð, sum hon hevur verið, og tað hevur so aftur við sær, at ein glotti er hjá føroysku skipasmiðjunum at sleppa upp í part. Ein avgerandi fyritreyt fyri at tað skal bera til at byggja skip í Føroyum er tó, at konseptið við polskari arbeiðsmegi, sum nú verður brúkt á Skála kann halda fram. "Konseptið á Skála er grundarsteinurin fyri framhaldandi skipabygging í Føroyum, og skal tað verða hugsingur um at byggja skip í Føroyum, er tað altavgerandi, at tað ber til at halda fram við slíkum avtalum sum henni, Tórshavnar Skipasmiðja og Landsfelag Handverkaranna hava gjørt", sigur Magnus Magnussen. "Tað eru alt ov fáir føroyingar, sum duga hetta handverkið og við bara føroyskari arbeiðsmegi hevði slettis ikki borið til at bygt nýggj skip her heima".