HEIM
22.03.2007

Vinnuvitan: Góð venjing gevur arbeiðshug

mikudagur 21. mars 2007
Fyri tey, ið arbeiða á skrivstovu og sita ein stóran part av degnum, er renning - ella jogging - sera góð venjing. Vektin fer niður, og dagliga arbeiðið gerst lættari, ljóðar niðurstøðan frá einum vandum rennara - Janus Petersen, forstjóra í Føroya Banka.

ÍTRIV - Edmund Jacobsen

»Á nei, sum tað er synd í hasum,« plaga vit dovnu at siga, tá ið vit síggja onkran joggara stríða seg fram ígjøgnum vind og regn. »Hasin angrar óivað, at hann í heila tikið fór út. Droymir seg uttan iva heima í heitu stovuni við kaffikoppi framman fyri sjónvarpstólinum,« ljóðar tað víðari í tonkunum.

- Soleiðis er tað als ikki. Regn og vindur er fínt, bara ein er í góðari venjing, ljóðar tað frá Janusi Petersen, forstjóra í Føroya Banka.

- Um tú ert í ringari venjing, so er vánaligt veður við til at oyðileggja motivatiónina. Er ein hinvegin í góðari venjing, so er regn og vindur bara ein eyka, kærkomin avbjóðing. Tað kenst gott at kunna bjóða náttúruni av, sigur Janus Petersen.

Orkar betri at arbeiða
Spyr ein Janus, hvussu leingi hann hevur runnið, so er svarið altíð! 47-ára gamli forstjórin hevur allar dagar lagt seg eftir at vera í góðari venjing, men viðgongur blankt, at nú um dagarnar eru ikki altíð stundir til teir langu túrarnar.

- Eg átti at runnið - eg haldi sjálvur, at eg vigi ov nógv. Man gerst so deiliga klænur av at renna. Samstundis er tað sera gott fyri heilsuna at venja. Onnur sum eg, ið hava arbeiði á skrivstovu, har ið ein situr ein stóran part av degnum, vita væl, at jú vánaligari venjing ein hevur, tess torførari gerst arbeiðsdagurin. Mín roynd er, at eg orki nógv betri at arbeiða, tá ið eg eri í góðari venjing, sigur Janus Petersen.

Les meira í pappírsútgávuni av Vinnuvitan hesa vikuna.