HEIM
23.04.2007

Vinnuvitan: Framleiða taksperrur í Runavík

BYGGIVINNA - Edmund Jacobsen

fríggjadagur 20. apríl 2007
Nýtt virkið í Runavík verður tað fyrsta, ið er ført fyri framleiða taksperrur við nýmótans framleiðslutøkni. Skjótari framleiðsla og betri góðska eru millum fyrimunirnar, sigur Haldur Vang, stjóri og ein av teimum trimum eigarunum av Sperruvirkinum.

Hóast føroyska byggivinnan er nýmótansgjørd í stóran mun, so verða taksperrur enn smíðaðar við handamegi.

Men nú má hetta hondverk víkja fyri hópframleiðslu. Eitt nýtt virki hevur nevniliga sæð dagsins ljós í Runavík, og høvuðsvirksemið verður at framleiða sperrur við nýmótans tólum.
Virkið kallast Sperruvirkið og heldur til hølunum á havnalagnum í Runavík, har AWI Boats plagdi at húsast. Á odda fyri virkinum stendur ein royndur timburmeistari, Haldur Vang av Toftum, ið hevur tikið stig til nýggja virksemið, saman við Rúna Leitisstein, stjóra á P/F Zacharias Leitisstein, og Petur Andersen, sum í løtuni starvast sum byggileiðari hjá donsku fyritøkuni Arkitektgruppen.

- Fyrimunirnir eru nógvir við at framleiða sperrur við maskinu. Fyri tað fyrsta kann arbeiðið gerst nógvar ferðir skjótari enn í dag, og fyri tað næsta er góðskan munandi hægri, sigur Haldur Vang, stjóri á Sperruvirkinum.

Sum royndur húsasmiður veit hann alt um smíð av sperrum. Og tað eru longu nógv ár síðani, at hann fyrstu ferð umhugsaði at nútímansgera hetta arbeiðið. Nú uppgangstíðir eru í vinnuni, valdu teir tríggir at satsa.

Fyrsta virki av sínum slag
Sperruvirkið er sostatt fyrsta føroyska fyritøkan, ið hevur amboð til at maskinframleiða sperrur. Teir tríggir eigararnir hava framt íløgur fyri umleið 2 milliónir krónur í framleiðslutólum. Talan er um nýggjastu og mest framkomnu maskinurnar til endamálið, ið eru keyptar í Svøríki.

Telduritbúnaður er fyrsta stig, tá ið nýggjar sperrur skulu framleiðast á virkinum. Mál verða løgd inn í telduna, alt eftir hvat slag av bygningi talan er um, og hvør støddin er. Teldan roknar út, hvussu nógv tilfar skal brúkast fyri at fáa røttu styrkina. Dátur frá ritbúnaðinum verða síðani sendar til stóru sagina, ið sagar tilfarið. Síðsta lið í framleiðsluni eru jarnpláturnar, ið hefta sperrurnar saman.

- Hesin arbeiðsháttur er 3 til 4 ferðir skjótari enn í dag og hartil nógvar ferðir neyvari. So gott sum alt er sjálvvirkandi, og bert ein maður krevst til at handfara sagina, greiðir Haldur Vang frá.

Les meira í pappírsútgávuni av Vinnuvitan hesa vikuna.