HEIM
13.07.2010

Vinnustevnan Faroexpo fær góða undirtøku

Fyrireikararnir av Faroexpo 2010 merkja størri áhuga í ár í mun til í fjør viðvíkjandi tilmelding til vinnustevnuna, sum er í døgunum 18.-21. oktober. Longu nú eru umleið 40 fyritøkur og stovnar meldaðar til Faroexpo. Hetta er sostatt sættu ferð at Faroexpo fer av bakkastokki í Runavík.

Faroexpo er í ár størsta og einasta vinnuliga tiltak av sínum slagi í Føroyum. Vinnustevnan er eitt sera gott høvi hjá føroyskum fyritøkum og stovnum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleikar á heimliga og altjóða marknaðinum.

Fyritøkur, sum melda til vinnustevnuna áðrenn 10. august spara 20% av tilmeldingargjaldinum. Talið av luttakarum er vaksið hvørt ár, og verður luttararatalið á Faroexpo 2010 væntandi eisini nakað hægri enn í fjør. Tí ynskja fyrireikararnir at hava yvirlit yvir allar luttakarar so tíðliga sum møguligt, fyri at fyrireika so viðkomandi fundir sum gjørligt.

Partenariat
Partenariatið verður hildið í ítróttarhøllini í Runavík týsdagin 19. oktober og fyrrapart mikudagin 20. oktober. Eitt Partenariat er eitt lukkað forum, har tilmeldaðu luttakararnir nýta høvið til at skapa vinnulig sambond gjøgnum skipaðar fundir.

Partenariatið setir fokus á fyritøkur og stovnar innan ymiskar vinnugreinar. Tá meldað verður til, fært tú atgongd til luttakaralistan og harvið møguleikan til at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.

Almenn ráðstevna – Lønandi Fiskivinna
Ein týðandi partur av Faroexpo, er almenna Faroexpo Ráðstevnan, sum verður hildin mikudagin 20. oktober kl. 13.00 til 16.30 í Løkshøll í Runavík.

Heitið á ráðstevnuni í ár er Lønandi Fiskivinna. Fýra ymiskir fyrilestrahaldarar fara at mynda ráðstevnuna: Petur Steingrund, fiskivinnufrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni (Fiskivinna, nytta ella ónytta?), Pól Huus Sólstein frá P/F Christian í Grótinum (Virðisskapan av tí, sum verður fiskað), Jógvan Fríðriksson, Bispur (Hin skeivi fyrilesturin). Seinasti fyrilestrarhaldarin verður kunngjørdur seinni, evnið á hesum fyrilestri verður Hvussu kunnu fiski- og oljuvinna virka í felag. Harumframt verður eitt kjakpanel á skránni.

Ráðstevnan er, sum nevnt, opin fyri almenninginum, meðan partenariatsparturin bert er fyri fyritøkum, ið hava fulla luttøku á Faroexpo. Til ber at lesa meira um partenariatið og ráðstevnuna á www.faroexpo.fo. Høvuðsskráin fyri Faroexpo 2010 sæst nú eisini á heimasíðuni.

Fyriskipan
Tað fyritøkan VRG í Saltangará, sum er høvuðssamskipari av Faroexpo og Mentanarvikuni í Runavík, sum er frá 17. til 24. oktober. Høvuðsstuðlarnir hjá tiltakinum eru Føroya Banki og Runavíkar kommuna. Harumframt hevur Faroexpo nakrar smærri sonevndar Expo-stuðlar, hesir eru Statoil, Bakkafrost og Borg.