HEIM
19.05.2011

Vinnuráðstevna í Løkshøll 19. mai 2011

Skipað verður fyri eini vinnuráðstevnu undir heitinum Estlendski vakstrarfrymilin hósdagin 19. mai 2011. Ráðstevnan verður hildin í Løkshøll frá kl. 10.00 til 15.00.

Endamálið við ráðstevnuni er, at geva áhoyrarunum eitt neyvt innlit í estlendska vakstrarfrymilin - bæði frá einum politiskum og einum vinnuligum sjónarmiði.

Norðurlendska vælferðarsamfelagið fær komandi árini stórar avbjóðingar. Heimskreppan hevur rakt flestu lond meint – men tað er týðiligt, at Estland klárar seg betri, í mun til onnur lond, í síni roynd at møta teimum avbjóðingum, ið kreppan hevur viðført. Úrslitini tala fyri seg. Hvat kunnu vit læra av Estlandi? At lata hendan spurning standa ósvaraðan er nærmast ein brotsger.

Hvør er lykilin til estlendsku framgongdina?

FYRILESTRARHALDARAR
Hr. Jürgen Ligi - Estlendskur fíggjarmálaráðharri. Hann varð valdur til besta fíggjarmálaráðharra í Evropasamveldinum í 2010.
Jens Christiansen - Formaður í Danska Estlendska Vinnuráðnum www.decc.ee. Hann var eisini fyrsti formaðurin í FICE (Foreign Investors Council in Estonia) www.fice.ee.

KJAKPANEL
Eftir fyrilestrarnar verður skipað fyri kjakpaneli við føroyskum politikarum.

Tilmelding og kunning á www.evf.fo

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/819448DB-B275-4872-91AB-45114481A71B.pdf