HEIM
28.02.2012

Vinnarin av kappingini um fimleikahøll í Runavík verður kunngjørdur hósdagin 1. mars

Hósdagin 1. mars kl. 9 verður vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikarhøll við Løkin almannakunngørdur.

Tað var seinasta summar, at Runavíkar Kommuna tók avgerð um at fara undir verkætlanina at gera høll til estetiskan, lið- og reiðskapsfimleik við Løkin.

Við støði í brúkarafundum og einari útførligari byggiskrá hava fimm samtøk í tveimum umførum kappast um at tekna, projektera og at byggja høllina.

Tað hevur verið eitt ynski frá Runavíkar Kommunu og brúkarunum, at nýggja høllin, umframt at hýsa fimleikinum, eisini skal betra um møguleikarnar fyri óformligum og óskipaðum virksemi, spæli, rørslu og sosialum tiltøkum, og kemur hølin tí at betra bæði um felagslív og ráðstevnumøguleikar í økinum.

Ein dómsnevnd við umboðum fyri Runavíkar Kommunu og lokalu ítróttarfeløgini, stuðla av uttanhýsis serfrøði, hevur nú valt ein vinnara, og verður hesin almannakunngjørdur á tíðindafundi hósdagin 1. mars kl. 9 í býráðssalinum hjá Runavíkar Kommunu.

Høvi verður hjá áhugaðum at síggja eina framløgu um vinnandi verkætlanina. Somuleiðis verður høvi at síggja hini fimm uppskotini. Høvi verður eisini at tosa við umboð fyri kommununa og vinnandi samtakið.