HEIM
16.06.2016

Vinnandi hugskotið og myndir

Eyes of Runavík, sum White Arkitekter hava staðið fyri, vann Nordic Built Cities kappingina um hugskot til sniðgeving av bústøðum í nýggjari útstykking í Saltangará.

Vinnarin varð kunngjørdur á hátíðarhaldi í Helsinki í morgun. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Sigrid J. Dalsgaard og Janus Trúgvason av teknisku deild umboðaðu Runavíkar Kommunu.

Vinnandi uppskotið sæst her (80 mb pdf) og grundgevingin hjá dómsnevndini er her.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá hátíðarhaldinum.