HEIM
01.10.2012

Vinnan møtist á FAROEXPO

- Støðugt vaksandi áhugi!
Undirtøkan fyri at luttaka á vinnustevnuni Faroexpo, er alsamt vaksandi. Í mun til somu tíð í fjør, hava nógv fleiri fyritøkur og stovnar meldað til Faroexpo, sum verður hildin frá 22. – 24. oktober. Hetta er áttanda árið á rað, at stóra tiltakið verður hildið í Runavík.
Talan er um eitt serstakt vinnuligt konsept, ið er samansett av partenariati, ráðstevnu og mentan. Faroexpo er størsta og einasta vinnuliga tiltak av sínum slagi í Føroyum. Vinnustevnan er eitt sera gott høvi hjá føroyskum og útlendskum fyritøkum og stovnum at knýta vinnulig sambond.

Til ber at melda til Faroexpo beinleiðis á netinum. Talið av luttakarum er vaksið hvørt ár, og verður talið á luttakandi á Faroexpo 2012 væntandi eisini nakað hægri enn í fjør. Tí ynskja fyrireikararnir at hava yvirlit yvir allar luttakarar so tíðliga sum møguligt, fyri at fyrireika so viðkomandi fundir sum gjørligt.

Partenariat
Partenariatið verður hildið í ítróttarhøllini í Runavík týsdagin 23. oktober og fyrrapart mikudagin 24. oktober. Eitt Partenariat er eitt afturlatið forum, har tilmeldaðu luttakararnir nýta høvið at skapa vinnulig sambond gjøgnum skipaðar fundir.

Partenariatið setir fokus á fyritøkur og stovnar innan ymiskar vinnugreinar. Tey, sum velja at luttaka á partenariatinum, fáa atgongd til luttakaralistan og harvið møguleikan at bíleggja fundir við aðrar luttakarar. Stutt áðrenn Faroexpo, verður eitt yvirlit yvir fundir send luttakarunum, soleiðis, at til ber at fyrireika seg til hvønn einstakan fund og gera broytingar, um neyðugt.

Almenn ráðstevna – Føroyar í Oljuvinnuni
Ein týðandi partur av Faroexpo, er almenna Faroexpo Ráðstevnan, sum verður hildin mikudagin 24. oktober kl. 13.00 til 16.30 í Løkshøll í Runavík.
Heitið á ráðstevnuni í ár er Føroyar í Oljuvinnuni. Skráin verður kunngjørd fyrst í komandi mánaða. Ráðstevnan er, sum nevnt, opin fyri almenninginum, meðan partenariatsparturin bert er fyri fyritøkum, ið hava fulla luttøku á Faroexpo. Høvuðsskráin fyri Faroexpo 2012 sæst nú eisini á www.faroexpo.fo.

Fyriskipan
Tað er fyritøkan VRG í Saltangará, sum er høvuðssamskipari av Faroexpo (22. til 24. oktober)og Mentanarvikuni í Runavík (21. til 28. oktober). Høvuðsstuðlar hjá samlaða tiltakinum eru Bank Nordik og Runavíkar kommuna. Harumframt hevur Faroexpo nakrar sonevndar expo-stuðlar, hesir eru Statoil Føroyar, Bakkafrost og Atlantic Supply Base.