HEIM
21.08.2007

Vinna og mentan hond í hond, Faroexpo 2007

Á heystið 2004 tók Eysturoyar Vinnufelag stig til altjóða vinnustevnu, ið hevur heitið Faroexpo. Vinnustevnan verður nú hildin fyri triðju ferð í Runavík í døgunum 29. oktober til 1. november 2007, og verður sostatt partur av áhugaverdu Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum byrjar sunnudagin 28. oktober og endar sunnukvøldið 4. november.

Talan verður um eina undirhaldandi og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá teimum fyritøkum, sum luttaka á Faroexpo. Ein rættur blandingur av mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi, soleiðis at tad verðuliga merkist at talan er um eina stóra og fjølbroytta hending.

Vinnustevnan vendir sær til føroyskar og útlendskar vinnufyritøkur og feløg, sum fáast við, ella ætla sær í holt við útflutning og møguligt samstarv innan útflutning. Harafturat er Faroexpo eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleika á heimliga og altjóða marknaðinum.

Skipað verður fyri sonevndum partneriati í ítrottarhøllini í Runavík. Mannagongdin fyri slíkum er, at luttakararnir frammanundan stevnuna, hava ynskt at hitta aðrar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási. Hetta tryggjar, at fyritøkur og feløg hittast á ein sera miðvísan hátt, og stutt og greitt fáa avdúkað, um tey hava felags áhugamál, ið kunnu mennast við atliti at útflutningi. Fleiri av fyritøkunum, ið hava luttikið á Faroexpo hava fingið beinleiðis úrslit burturúr teirra luttøku, so sum samstarv við útlendskar og føroyskar fyritøkur, høvi at arbeiða innan oljuídnaðin uttanlands, betur atgongd til fyribils arbeiðsmegi og beinleiðis bíleggingar í síni heild.

Á vinnustevnuni verður eisini skipað fyri eini røð av fyrilestrum. Fyrilestrarnir eru eisini fyri almenninginum, og eru mettir at vera sera viðkomandi og forvitnisligir fyri øll, ið hava áhuga fyri útflutningsvinnu og altjóða vinnuviðurskiftum.

Ítróttarhøllin í Runavík kemur at virka sum høvuðsøki og Keldan í Skálabotni verður karmur um ráðstevnupartin.

Stigtakararnir vóna, at luttakararnir fáa íblástur til støðugt at menna sítt virksemi við atliti at útflutningi og samstarvi úteftir. Harafturat vóna teir, at øll fáa eina undirhaldandi viku við áhugaverdum mentanartiltøkum og íbirtandi fyrilestrum.

Aftur í ár er tað fyritøkan Virkisráðgeving í Runavík sum samskipar Faroexpo.