HEIM
24.07.2008

Vindmyllur á privatum grundstykkjum

Tíðindaskriv frá Runavíkar kommunu - um uppsetan av vindmyllum

Runavíkar kommuna hevur fingið fleiri umsóknir, har søkt verður um loyvi at seta vindmyllir upp á privatum grundstykkjum.

Sambært Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu I. Kapittul 3. gr. skulu slíkar konstruktiónir sum vindmyllur viðgerast sum byggimál.

Vindmyllur í Føroyum er eitt nýtt fyribrigdi, og er byggimyndugleikin í iva um hvussu slíkar umsóknir skulu viðgerast.
Tekniska deild arbeiðir í løtuni, saman við kommununum í Kommunusamskipanin Føroya, við uppskoti til regluverk fyri vindmyllur á privatum grundstykkjum.

Runavíkar kommuna fer at viðgera byggimál um vindmyllur, tá regluverk um uppsetan av vindmyllum fyriliggur.

Í samband við endaliga byggimálsviðger skulu tekniskar upplýsningar um vindmyllurnar fylgja við umsóknini, t. d. hvussu stórar tær eru, hvørjum tilfari tær eru gjørdar úr, hvussu sterkan vind tær tola, hvussu ljóðviðurskiftini eru, hvar tær verða settar í mun til aðrar bygningar og mark, hvat orkan skal nýtast til og t.l.

Umsóknir um byggiloyvi til vindmyllur verða ikki viðgjørdar og byggiloyvi ikki játtað fyrrenn regluverkið er endaliga samtykt.

Um vindmyllur verða settar upp uttan loyvi, verða tær kravdar tiknar niður aftur fyri eigarans rokning.

Runavíkar kommuna