HEIM
10.01.2016

Vilt tú ferðast eftir lærdómi og íblástri?

Týskvøldið 12. januar kl 19.00 verður almennur kunningarfundur á Bókasavninum við Løkin um Nordplus. Sami fundur verður endurtikin í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 13. januar kl 19.00. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetrinum vitjar saman við danska Henrik Niiendam Andersen frá Nordplus-umsitingini í Danmark. Høvuðsdentur verður lagdur á at greiða frá um Nordplus Junior og Nordplus Voksen.

Nordplus Rammuskráin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum flytur teg til lærdóm, íblástur og upplivingar í Norður- og Baltalondum. Rammuskráin er ein útbúgvingarskipan, sum veitir góðan fíggjarligan stuðul til: Mobilitet, Verkætlanir og Netverk.
Skipanin vendir sær til allar útbúgvingarstovnar, felagsskapir og onnur, sum eru áhugað í útbúgving, lívslangari læring og persónligari menning.
Seinasta freist at tilmelda seg til stuðulsskipanina er 1. mars 2016 á www.nordplusonline.org

Meira kann lesast um stuðulsskipanina á hesi slóð: setur.fo/ask/nordplus
Men til ber eisini at møta til kunnandi fundin, har øll eru vælkomin og atgongd er ókeypis.