HEIM
08.09.2014

Villy Søvndal vitjar Fólkafundin við Løkin

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin verður við á Fólkafundinum við Løkin í Runavík 19. & 20. september.

Villy Søvndal vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð, síðani hann í vetur fór heilt burtur úr donskum politikki. Talan er um ein av teimum mest royndu politikarum í Danmark. Villy Søvndal varð valdur á Fólkating fyri SF í 1994, og hann gjørdist floksformaður í 2005.

Fyrstu árini sum formaður fyri SF fekk Villy Søvndal vind í seglini. Í 2007 leiddi hann flokkin til besta valúrslit í meira enn 20 ár, tá SF fekk 23 umboð á Fólkating. Hóast afturgongd á valinum í 2011 førdi hann SF í stjórn fyri fyrstu ferð í søgu floksins.

Eftir fólkatingsvalið í 2011 gjørdist Villy Søvndal uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt. Sæð úr føroyskum sjónarhorni fekk Villy Søvndal seg royndan, tá ES í fjørsummar samtykti at setta handilsboykott í gildi móti Føroyum. Eitt evni, ið av givnum orsøkum var ovast á breddanum, tá Søvndal vitjaði løgmann í august í fjør.

Í fjørheyst rakti sjúka bæði Villy Søvndal og familju hansara. Hann tók avleiðingarnar og 11. desember í fjør fór hann heilt burtur úr donskum politikki. Ábyrgdarblaðstjórin á Politiken, Bo Lidegaard, skrivaði tá soleiðis um politisku yrkisleiðina hjá Villy Søvndal:

"Villy Søvndals politiske livsværk blev forvandlingen af SF fra et mere eller mindre uregerligt protestparti til et regeringsparti med indre styrke til at bære magten."

Tey tvey árini sum uttanríkisráðharri upplivdi Villy Søvndal eina aðra síðu av politikki. Frá at vera ein sera vælumtóktur andstøðupolitikari í undanvindi gjørdist hann ein uttanríkisráðharri í áhaldandi mótvindi. Kritikkurin var harður og ágangandi, og tað fekk Søvndal at siga soleiðis:

"Kritikken af min person har været smålig og underlig. Jeg er træt af, at kritikerne har været mere optagede af, hvordan jeg taler engelsk, eller om jeg kan binde en slipseknude, end hvad jeg står for. Herregud, hvor småligt kan det blive."

Villy Søvndal vitjar Fólkafundin við Løkin í Runavík 19. & 20. september. Fríggjakvøldið á Fólkafundinum greiðir hann frá sínum politiska og persónliga lívi í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt.

EksternLeinkja1: http://www.folkafundurin.fo