HEIM
14.06.2007

Villblómur

Komið út í náttúruna og hyggið at villum blómum. Tiltakið er ókeypis og krevur ongar fortreytir. Øll kunnu vera við.

Aftur í ár skipar Plantudeildin á Náttúrugripasavninum fyri villblómudegi ið er eitt felags norðurlendskt tiltak. Í Føroyum verður skipað fyri 10 túrum, har kønir túrleiðarar bjóða plantufrøðiligar upplivingar og siga frá nógvum áhugaverdum um villblómur. Allir túrarnir verða í náttúruni, har tær villu planturnar vaksa. So minst til at lata tykkum væl í. Og um tit eiga eina floru, er skilagott at taka hana við.

Toftavatn
Tíð: 14.00-16.00
Leiðari: Dánjal Petur Højgaard
Túrurin byrjar: Við norðara enda á vegnum við Toftavatn.

Skráin liggur eisini á heimasíðuni hjá Føroya Náttúrugripasavni www.ngs.fo . Fleiri upplýsingar um villblómudagin kunnu fáast við at venda sær til Føroya Náttúrugripasavn á tlf. 352300 , Annu Mariu Fosaa.