HEIM
23.09.2010

Vilja menna Skálafjørðin til kraftsentur

Allur Skálafjørðurin skal vera ein kommuna, sum við samstarvi og samanhaldi skal gera økið til landsins størsta kraftsentur við bæði fiskivinnu og oljuvinnu.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at Skálafjørðurin við sínum nógva og fjølbroytta vinnuvirksemi í dag er eitt kraftsentur í Føroyum. Men gongur tað sum teir tríggir, borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, nýggi havnastjórin, Tórbjørn Jacobsen og stjórin á Føroya einastu oljuútgerðarhavn, Eli Lassen vilja tað, so fer allur Skálafjørðurin í framtíðini at vera landsins størsta kraftsentur. Hetta kemur fram í eini temasending í Rás2 hósmorgunin millum klokkan 10 og 12, tá Jan Müller hittir teir tríggjar á havnaskrivstovuni í Runavík umframt at vitja umborð á útgerðarskipinunum Viking Lady, sum flytur góðs millum Runavík og boripallin West Phoenix á landgrunninum.

Tosað verður um at leggja allar kommunurnar saman í eina stóra kraftmikla kommunu við eitt nú fiskivinnu, alivinnu, oljuvinnu og skipasmíð. Oljuútgerðarstøðin er komin fyri at verða halda teir tríggir, sum síggja, at Skálafjørðurin sum tann náttúrhavn hann er eisini fer at vera tann rætti til at hýsa okkara oljuútgerðarhavn, tá olja møguliga er funnin og fund skulu útbyggjast til framleiðslu. Eisini komandi undirsjóvartunnilin fer at vera eitt týðandi lið í framtíðar menningini halda teir og leggja dent á, at tað einasta, sum kann forða fyri hesi náttúrligu menning er sundurlyndi og vantandi samstarvsvilji. Hoyrið teir tríggjar geva síni bestu boð uppá ta skilabestu framtíðina fyri Skálafjørðin.

Rás2 hósmorgunin klokkan 11.15

Kelda: www.portal.fo