HEIM
19.07.2007

Vikublaðið: Vinnarin er funnin!

Maria í Brekkunum 19.07.2007 - 10:08

Á almennari samkomu í Glyvra Skúla kl 14 í dag, hósdagin tann 19. juli, verður almannakunngjørt, hvør ið hevur vunnið kappingina um nýggja kirkju á Glyvrum. Samstundis verða virðislønirnar handaðar.

15 uppskot vóru komin inn til kappingina. Tey verða øll sýnd fram í fimleikarhøllini í Glyvra Skúla. Framsýningin av uppskotunum er opin fyri almenninginum hósdagin kl 14-20 og annars kl 16-20 fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.