HEIM
01.05.2007

Vikublaðið: Vaksandi matstovuvirksemi í Runavík

Terji Nielsen 30.04.2007 - 19:40

Áhugin fyri at lata upp matstovur í Runavík tykist verða vaksandi.

Á býráðsfundi í farnu viku samtykti Runavíkar Býráð at ganga eini umsókn um matstovu- og skeinkiloyvi á møti.
Sum Vikublaðið skilir, eru tað nakrir privatpersónar, ið hava ætlanir um at lata upp eina kafé í hølunum, har mótahandilin hjá Jungman áður helt til á Heiðavegi 51.
Somuleiðis hevur Runavíkar Býráð eina aðra umsókn liggjandi um byggiloyvi til eina matstovu norðan fyri parkeringsøkið við ítróttarhøllina í Runavík. Hendan umsókn bleiv tó ikki gingin á møti, tí har eru ætlanir um at aðra bygging frammandundan. Ístaðin samtykti býráðið at taka upp samráðingar við umsøkjaran um at útvega annað økið til endamálið.