HEIM
27.03.2007

Vikublaðið: Væleydnað Ung í Føroyum Eystur

Katrin Erlendsdóttir 27.03.2007 - 12:19

Tann sera væleydnaða stevnan Ung í Føroyum Eystur í Runavík er av. Teir 24 stevnuluttakarnir millum 13 og 17 ár eru farnir heim eina fantastiska uppliving ríkari.

Tey ungu arbeiddu miðvíst og konsentrera báðar dagarnir og sást hetta eisini á teimum einastandandi góðu framførslunum.

Jamie Boylan byrjaði dansiverksmiðjuna við upphiting og rørsluserium (frasum), ið gav luttakarunum innlit í contemporary dans, ið er hansara sergrein. Arbeitt var út frá einum broti í einum indianskum sagni úr Norðuramerika.

Ongin tónleikur varð nýttur til dansin, rørslurnar skuldu siga alla søguna. Hetta var heilt øðrvísi enn dansararnir áður høvdu roynt. Arbeitt var í størri og smærri bólkum, har m.a. tosa var um, hvussu rørslurnar skuldu gerast til hesi ymsu brotini í søgugongdini.

Í tónleikaverksmiðjuni hjá Dánjal á Neystabø varð byrjað við at "fanga" løg. Hetta hevur eisini indianararøtur. Hildið verður, at man ikki smíðar løg, men finnur tey við at lurta nóg væl eftir. Við at lurta "fangaðu" luttakararnir " hvør sítt tema, sum tey so fingu amboð til at arbeiða víðari við til eitt liðugt lag.

Verksmiðjan endaði við, at allir átta tónleikararnir høvdu samansjóða eitt lag, ið hevði fýra tema við sjálvgjørdari útseting og teksti. Eftir bert ein dag, varð so eitt lag skapt, ið bæði varð framført og upptikið.

Tey flestu á myndaverksmiðjuni hjá Oggi Lamhauge høvdu myndir við til framsýningina tað fyrsta kvøldið. Á stevnuni varð so ein stór felagsframsýning skapt. Evni var likamslutir, ið ikki vanliga eru goymdir av klæðum, so sum hendur, føtur, andlit o.a.

Myndlistaframsýningin verður at síggja á ovaru hædd í kommunuskrivstovuni í Runavíkar Kommunu komandi vikuna. Tá stevnan endaði, kom Kári P. Højgaard vegna Runavíkar Kommunu og takkaði fyriskiparunum fyri, at teir høvdu valt kommununa til Ung í Føroyum Eystur.

Komandi vikuskifti fer Ung í Føroyum stevnurøðin fyri fyrstu ferð til Vágs, har Ung í Føroyum Suður verður í Pakkhúsinum.