HEIM
16.02.2007

Vikublaðið: Tvær Ung í Føroyum stevnur í vár

Terji Nielsen 16.02.2007 - 09:38

Nú fáa føroyskir ungdómar millum 13 og 18 ár aftur møguleikan at tekna seg til tvær áhugaverdar listastevnur. Í vár vera UNG Í FØROYUM EYSTUR í Runavík 23. og 24. mars og UNG Í FØROYUM SUÐUR í Vági 30. mars til 1. apríl. Fimm kend listafólk fara at standa fyri verksmiðjunum, ið umfata dans, tónleik, sjónleik og myndlist.