HEIM
03.04.2007

Vikublaðið: Trúboðanarstevnan í Runavík verður sett

Katrin Erlendsdóttir 03.04.2007 - 11:31

Ein spennandi trúboðarastevna við framsýningarbásum – alt frá barnalegum heima og burturi til hjálp og trúboðan á torførum støðum – verður í Ítróttarhøllini í Runavík á páskum. Trúboðanarstevnan í Runavík verður sett skírisdag kl. 17.30

Í hesum sambandi letur framsýningarparturin upp skírisdag kl. 16.00 og kl. 17.30 setir Símun í Túni stevnuna og sangbólkurin SALT fer at syngja nakrar sangir.

Símun í Túni er Toftamaður og hevur í 25 ár verið trúboðari í einum ættarbólki, sum kallast Yanomami inni í frumskóginum í Venezuela. Símun og familjan komu heimaftur fyri 6 árum síðani, men tey arbeiða enn við at umseta skriftirnar til Yanommami málið. Stutt síðani var Símun ein túr yviri í Venezuela í hesum sambandi.

Sangbólkurin SALT er ikki heilt ókendur. Tey hava mangan glett okkum - og onnur - við sínum framúr væl framførda vakra sangi. Stutt síðani vóru tey í Íslandi, har tey høvdu fleiri høvi at syngja, og vóru tey sera væl móttikin. Tey fara uttan iva at seta ein serligan dám á setanina av stevnuni.

Fyrireikararnir vænta, at mong koma til setanina – eisini tú.