HEIM
26.04.2007

Vikublaðið: Stórsligin konsert við Nes Sóknar Musikkfelag

Terji Nielsen 26.04.2007 - 09:47
Sunnudagin 29. apríl klokkan 19.00 verður konsert við Nes Sóknar Musikkfelag í Glyvra skúla.

Talan er um eina afturvendandi konsert, ið hornorkestrið hevur á hvørjum ári sum liður í fyrireikingini til árligu Musikkstevnuna, sum í ár verður í høvuðsstaðnum 5. mai.
Nes Sóknar Musikkfelag er væl mannað við blásarum – eldri sum yngri – frá øllum Skálafjørðinum, samstundis sum blásarar eru úr Oyndarfirði og úr Funningsfirði.
Árliga konsertin í Glyvra skúla verður eins og undanfarin ár. Hornorkestrið kemur at spæla fýra løg, sum eru á skránni til Musikkstevnuna, umframt at onnur løg eisini verða spæld.
Nes Sóknar Musikkfelag verður ikki einsamalt á konsertini, tí høvi verður somuleiðis at hoyra ein blásarabólk, sum er mannaður við dirigentinum Ken Jones og nøkrum av hansara næmingum úr Havn.
Tónleikurin til konsertina sunnudagin klokkan 19.00 verður hesin:
Castell Caerfili, Give me the simple Life (althornsolo: Jóngerð Juul Olsen), Mountains O''Mourne (euphoniumsolo: Rebekka Hjørleivsdóttir), Rocky, Castell Caerdydd, Aladdin, The Chieftain, A Swinging Safari, Einki er sum summarkvøld við Strendur, Beauty and the Beast og Hey, Look me over.