HEIM
20.04.2007

Vikublaðið: Projektkapping um nýggja kirkju á Glyvrum

Terji Nielsen 20.04.2007 - 12:07

Kirkjuráðið fyri Glyvra kirkju hevur útskrivað almenna projektkapping um nýggja kirkju á Glyvrum.

Núverandi kirkja er í verandi líki ikki hóskandi og nøktar ikki tørvin. Samstundis tørvar henni munandi umvælingar.

Mett verður, at tað vil kosta munandi upphæddir at umvæla kirkjuna og samstundis gera hana meira hóskandi. Samstundis verður mett, at hóast hetta arbeiðið hevði verið framt, so høvdu umstøðurnar framvegis ikki verið nøktandi.

Tí er avgjørt at byggja eina nýggja kirkju og síðani at taka ta gomlu niður.

Nýggja kirkjan skal byggjast á sama øki sum verandi ella tætt við.

Ætlanin er, at nýggja kirkjan skal gerast ein meira integreraður partur av býarumhvørvinum. Hetta kann gerast við eitt nú einum kirkjutorgi, sum bindur høvuðsvegin og kirkjuna saman.

Kirkjuøkið, ið hoyrir til Glyvra kirkju, umfatar Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Samlaða upphæddin til virðislønir og keyp av uppskotum er kr. 300.000. Av hesum verður latin ein 1. virðisløn ikki minni enn kr. 150.000.

Kappingarskráin fæst á heimasíðuni www.ark.fo ella við at skriva til

Arkitektafelag Føroya - Kapping
Postboks 1310
110 Tórshavn

Uppskot skulu vera latin inn á posthúsi í seinasta lagi 9. juli 2007 og vera dómsnevndini í hendi í seinasta lagi 13. juli 2007.