HEIM
04.04.2007

Vikublaðið: Nýggj frisørsalong í Lamba

Katrin Erlendsdóttir 03.04.2007 - 15:02

Í gjár læt Hedvig Sólsker nýggja frisørsalong upp í Lamba. Hetta er søga í sær sjálvum, tí hetta er einasta frisørsalong í bygdini.

Salongin er nevnd eftir eigaranum, og hevur fingið navnið Salong Sólsker. Hedvig Sólsker greiðir frá, at hon hevur havt salong á Lollandi við sama navni, hendan varð latin aftur fyri umleið trimum árum síðani, men hon hevur valt at brúka navnið aftur. Hon lærdi til frisør hjá Sólvu í Havn og varð útbúgvin fyri 12 árum síðani.

Hedvig flutti heim til Føroya fyri einum ári síðani, og nú hevur hon so latið spildurnýggja salong upp í kjallarahæddini í húsum sínum.

- Heimstaðurin er Lamba, men eg ætli eisini at koyra út til teir kundar, ið hava tørv á tí, tí øll hava ikki møguleika at koma á salongina sjálv. Eg havi eisini sett mær fyri at fylgja væl við í tí nýggja, fara regluliga á skeið, so eg eri væl við, sigur Hedvig Sólsker.