HEIM
26.10.2007

Vikublaðið: Listaframsýning í Trend Floor

Terji Nielsen 26.10.2007 - 09:55
Í Mentanarvikuni, sum verður í Runavík, verður ein øðrvísi málningaframsýning við verkum hjá Beintu Hansen í Trend Floor.

Beinta Hansen (f. 27.05.78) fór av álvara at mála í endanum av tannárunum. Hon fór á listaháskúla í 1998, og tók eitt skeið við serliga myndlist, leiri og grafikki á linju. Einamest hevur hon tó fingist við at mála, og hevur hon verið við á framsýningum ymsa staðni í landinum

Í løtuni lesur Beinta til sjúkrarøktarfrøðing, og greiðir frá, at tað at arbeiða við menniskjum er í sjálvum sær ein íblástur til málningarnar, og at tað kanska eisini er tvívegis; tað er nevniliga gott at nýta kreativitet í arbeiðinum sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Torført er at lýsa stílin hjá Beintu, tí hann fevnir víða; men sigast kann, at listin ber brá av hálvfigurativum og hálvabstraktum myndevnum, samstundis sum eitt, ið eyðkennir hana, er litbreiddin og litspælið í verkunum.

Málningarnir hjá Beintu verða at síggja í Trend Floor frá mánadegnum 29. oktober. Fernisering verður mánadagin kl. 17:00, og tá eru øll vælkomin at støkka inn á gólvið.