HEIM
17.07.2007

Vikublaðið: Konsert í Søldarfirði

Maria í Brekkunum 17.07.2007 - 09:01

Mikukvøldið klokkan 20.00 verður konsert við Nes Sóknar Musikkfelag í skúlanum í Søldarfirði. Konsertin er í sambandi við, at hornorkestrið fer á konsertferð í London frá 23. juli til 30. juli.

Vanligt er, at hornorkestur taka frí frá tónleikinum um summarið, men soleiðis hevur ikki verið hjá hornorkestrinum á Skálafjørðinum. Tað hevur verið vant dúgliga seinastu mánaðirnar fyri, at túrurin til London skal eydnast væl.
Á konsertini mikukvøldið verður møguleiki at hoyra sangirnar, Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla fyri onglendingum á túrinum. Skráin er sett saman av fleiri kendum løgum, so sum Beauty and the Beast, Aladdin og mongum øðrum.
Hornorkestrið er undir leiðslu av Kenneth Jones.