HEIM
04.07.2007

Vikublaðið: Kommunurnar og Laksafoss fundast um útjavningargrunn

Terji Nielsen 03.07.2007 - 17:10

Fríggjadagin verður fundur millum Magna Laksafoss, fíggjarmálaráðharra, og fleiri borgarstjórar um, hvussu ein kommunalur útjavningargrunnur skal fíggjast.

Magni Laksafoss fer á fundinum at kunna borgarstjórarnar í limakommununum í Føroya Kommunufelag um eitt uppskot um, hvussu ein kommunalur útjavningargrunnur skal fíggjast.
Grunnurin skal deila út aftur á kommunurnar eftir einum formli, sum eftir ætlan verður lagdur eftir samráðingar millum kommunufeløgini og Innlendismálaráðið.
Uppskotið hevur við sær broytingar í skattabýtinum hjá landi og kommunu, og eina lækking í MVG-afturberingini til kommunurnar.