HEIM
29.03.2007

Vikublaðið: Kommunalar útstykkingar

Katrin Erlendsdóttir 29.03.2007 - 19:48

Eftir áheitan frá limakommununum hevur stýrið hjá Føroya Kommunufelag viðgjørt uppskot til "endurskoðan av prísum fyri lendi", sum Búnaðarstovan hevur gjørt.

Felagið hevur, í skrivi til Búnaðarstovuna viðmerkt uppskotið, sum m.a. sigir, at prísurin skal setast eftir slag av lendi bólkað geografiskt og eftir dygd, og útfrá meting av marknaðarstøðuni. Hetta, hóast tann einasti faktorurin, sum hevur nakað at siga er marknaðaprísurin. Í dag kunnu vit í lýsingum í bløðunum síggja, at geografiska støðan er altavgerandi, tí prísurin í Suðurstreymi helst er 5-10 ferðir hægri enn til dømis í Norðstreymi, sigur Kommunufelagið.

Nýggja prísskipanin vil føra við sær, at tað loysir seg als ikki at byggja uttanfyri Suðurstreym, meðan prísurin í Suðurstreymi er so lágur, at her er talan um eina veruliga forering til tey fáu, sum sleppa at byggja har, heldur Kommunufelagið.

Prísurin í flest øllum bygdunum er helst ov høgur eftir verandi skipan. Tí hevur felagið mælt Búnaðarstovuni til at lækka prísin uttanfyri Suðurstreym, meðan prísurin í Suðurstreymi eigur at vera hækkaður til tað støðið, sum húsaprísirnir í dag vísa, verður sagt.