HEIM
22.12.2008

Vígslan av skúlanum við Løkin

13. des. 2008 varð nýggi skúlin í Runavík vígdur og tikin alment í nýtslu.

Hátíðarhald var hendan dagin í skúlanum, har ymiskt var á skránni. Regin Jacobsen, form. í stýrisb. fyri bygging av skúlanu, bjóðaði vælkomin. Síðani helt Jón Danielsen, stjóri hjá Articon røðu og handaði skúlin til kommununa har Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri tók ímóti og helt eftir hetta røðu.

Skúlin bleiv síðani vígdur av Meinhard Bjartalíð, presti.

Røður vóru eisini hildnar av Duritu Joensen, virkandi skúlastjóra, Jenny Lydersen, umboð frá Mentamálaráðnum, Malan Rasmussen, form. í skúlastýrinum og Magnus Tausen, form. í Føroya Lærarafelag.

Malan Rasmussen, formaður í skúlastýrinum, avdúkaði eina minnisplátu til minnis um Ásmund Lamhauge, sála og síðani var tøgn í ein minutt.

Kór Glyvra Kirkju v/Meinhard Bjartalíð, kórið hjá Jóhan v/Jóhan Mortensen og ein lærarasangbólkur, sungu hvør tveir sangir til hátíðarhaldið. Eisini framfødur næmingar frá tónleikabreytini, hondarbeiðsbreytini og ítróttarbreytini sang og fólkadans á hátíðarhaldinum.

Aftaná sjálva vígsluna vóru tey vitjandi bjóðaði til ein drekkamunn, sum var at fáa í skúlakantinuni og við skúlakøkin. Tey vitjandi kundu síðani spáka runt í skúlanum, har lærarar vístu fram ymsu stovurnar.

Uml. 900 fólk vóru møtt upp til hátíðarhaldið hendan dagin.

Sí myndir á viðheftu PDF-fílu