HEIM
18.05.2018

Viðv. næmingagjaldi

Kæru foreldur at næmingum úr Eysturkommunu, sum ganga í Skúlanum við Løkin:

Góður skúlaskapur er alt avgerandi fyri einstaklingin og samfelagið, tí er tað ímillum fremstu uppgávurnar hjá einari kommunu og einum borgarstjóra, at tryggja, at ungdómarnir innanvert kommunumark fáa so neyva og góða frálæru sum yvirhøvur gjørligt. Hetta snýr seg um skúlabygningar, amboð og tilboð.

Samskiftið um børn tykkara, sum nú eru næmingar okkara, hevur verið lítið hugaligt. Eysturkommuna eigur sjálv onki tilboð, táið tað snýr seg framhaldsdeild, tí hevði tað ikki verið meiri enn rímiligt, fyri ikki at siga sjálvsagt, at foreldrini, sum m.a. hava goldið skatt til Eysturkommunu fyri at børn teirra fáa neyðugu og bestu frálæruna, skúlatilboðið, kundu valt hvussu hetta næmingagjaldið verður brúkt.

Eftir øllum at døma hevur Eysturkommuna tikið ta støðu, at hetta ikki skal vera soleiðis. Hon hevur slaviskt krøkt seg uppí framhaldstilboðið við Fuglafjarðar skúla. Er ein borgari ikki nøgdur við hetta tilboðið, og sendur barn sítt til annan skúla, so verður eykaskattur lagdur á viðkomandi, tí svarið frá borgarstjóra tykkara, Jóhan Christiansen, kann ikki skiljast ørðvísi enn tað, at ábyrgdin, eisini hin fíggjarliga, er tykkara, um tit ikki velja Fuglafjarðar skúla, hóast tit umvegis skattin longu hava goldið fyri skúlaskapin hjá børnum tykkara. Runavíkar kommuna hevur av góðum grundum ikki vitað um hesa meginregluligu støðu, sum Eysturkommuna eftir øllum at døma hevur tikið og knæsett fyri kortum. Ikki fyrrenn vit senda rokningina, og hon verður avvíst - og nú tað gongur fram í orðaskifti, er tað okkum greitt, at Eysturkommuna ikki ætlar at gjalda næmingagjaldið fyri næmingar teirra, sum ganga í skúla okkara.

Hevði satt at siga roknað við, at Eysturkommuna var somikið at sær komin, at hon heldur seg hava skyldu til at fíggja skúlaskapin hjá sínum unga fólki, men tað er nú greitt, at her finst ongin ábyrgd, bara eitt margháttligt prinsipp, sum nakrir tilvildarligir kommunupolitikarar hava knæsett um, hvat ið tað rættasta og besta skúlatilboðið er fyri børn tykkara. Runavíkar kommuna hevur í áratíggju havt framhaldsdeild sum part av skúlaskipanini, men er tað undantaksvíst komið fyri, at næmingar av serligum orsøkum hava valt skúla í aðrari kommunu, so hevur Runavíkar kommuna goldið fyri hetta. Seinasta dømið eru tveir næmingar, sum ganga í Stranda skúla.

Vit hava sett eitt evstamark fyri, nær ið næmingagjaldið skal vera goldið, skulu børn tykkara halda fram í Skúlanum við Løkin. Evsta markið er í dag.

Tað er nú greitt, at Eysturkommuna ikki ætlar at greiða sínar skyldur, og tað fáa vit onki gjørt við. Heldur ikki tit, sum varða av næmingunum. Borgarstjóri tykkara, sum sæst í seinasta brævi hansara, vónar, at Runavíkar kommuna hugsar um næmingarnar úr Eysturkommunu og bønar og biður eftir, at vit ikki taka so rívan til, at vit nokta teimum at halda áfram í Skúlanum við Løkin. Hvør skal siga: Vinarligast gjaldið tit fyri skúlaskapin hjá ungdómunum úr mínari kommunu. Til hetta skal hartil leggjast, at tað sum hann og kommuna hansara ikki borga til okkara, tað sparir hann aftur í mun til eitt minni næmingatal, sum velur at fara inn til Fuglafjarðar at ganga í framhaldsskúla. Til endans í brævinum vónar hann, at vit finna eina loysn saman við tykkum, sum er so lagalig sum gjørligt fyri næmingarnar.

Tað finnast ikki orð fyri, hvat ið eg haldi um hendan margháttliga hugburðin, sum við hesum verður borin fram á torg.

Ússaliga áheitanin hjá Jóhan Christansen ávirkar ikki okkara støðu í málinum, - als ikki. Runavíkar kommuna setir sínar næmingar í fokus og miðar støðugt eftir at hava tað besta skúlatilboðið í landinum, og tað man vera á góðari leið, táið næmingar úr ymsum heraðshornum í oyggjunum velja tilboð okkara.

Ta hugsanina og tann skúlapolitikkin, sum vit ynskja fyri okkara egnu børn, ynskja vit eisini skal vera galdandi fyri aðrar ungdómar, t.d. tykkara børn, sum í eina tíð hava verið partar av okkara skúlaskipan. Vit hava umrøtt málið, og hugburðurin hevur verið greiður, soleiðis, at avgerðin sum verður tikin, á ongan hátt skal vera børnum tykkara, ungmennum úr Eysturkommunu, til bága.

Tí hava vit ídag tikið ta avgerð, at børn tykkara, næmingar okkara, halda fram í Skúlanum við Løkin hagartil hetta skúlaárið er komið til endans. Táið nýggja skúlaárið 18/19 byrjar, skal tað vera tryggjað treytaleyst, at fíggingin – næmingagjaldið – fylgir næminginum, líkamikið hvør ið annars borgar fyri tilboðið, sum næmingar úr aðrari kommunu ynskja at brúka í skúlum okkara. Vit fara ikki at leggja skatt á okkara egnu borgarar fyri at fíggja skúlaskapin hjá børnum í fremmandari kommunu.

Sum borgarstjóri harmist eg um, at málið kom so langt, at næmingarnir nú gjørdust kastibløkur í almenna rúminum, men ábyrgdina fyri hesum eigur bara Eysturkommuna, sum eftir øllum at døma onki hevur ímóti at inkassera skattakrónur tykkara, eisini fyri næmingagjøld, sum borgarstjórin nú heldur at tit skulu gjalda omaná kommunuskattin, sum eykaskatt, tí at tit ynsktu eitt betri tilboð enn tað, sum Eysturkommuna hevur keypt seg til á skúlamarknaðinum, nú hon sjálv ikki eigur nakað tilboð at geva sínum unga fólki.

Næmingar úr øðrum kommunum skulu vera hjartaliga vælkomnir at ganga í skúlum okkara, men frameftir er eitt fíggjað næmingagjald treytin, tí borgarstjórin kann ikki verja ta støðuna, at borgararnir í Runavíkar kommunu gjalda fyri skúlaskapin hjá ungdómum og næmingum úr øðrum kommunum, í hesum førinum Eysturkommunu.

Við frændakvøðu

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.