HEIM
04.05.2016

Víðkan av kirkjugarðinum á Skála

Tað hevur verið greitt eina tíð, at kirkjugarðurin á Skála er um at vera ov lítil. Arbeitt hevur tí verið við at víðka hann.

Runavíkar kommuna og RTS Contractors hava tí gjørt avtalu um arbeiðið at víðka kirkjugarðin á Skála suðureftir.

Byrjað verður við moldarbeiðinum og kemur hetta at kosta slakar 800 tkr. Arbeiðið byrjar beinanvegin.