HEIM
24.03.2020

Víðkaðar telefontíðir hjá kommunulæknunum

Telefontíðirnar í Skálafjarðar læknadømi verða broyttar í samband við Koronasmittuna.

Av tí at nógv trýst er á telefonunum, verður telefontíðin fyribils broytt til kl. 08.00 – 16.00 mánadag – fríggjadag.

Hetta er galdandi fyri læknaviðtalu 1, 2 og 3 á Heilsumiðstøðini í Runavík og fyri læknaviðtalu 4 á Strondum.

Kommunulæknaviðtala 4 á Strondum svarar eisini telefonini fyri Kommunulæknaviðtalu 3 í Runavík.