HEIM
20.03.2014

Videofundir í bestu góðsku, á Bókasavninum við Løkin – ókeypis nýtsla

Nú stendur øllum í boði at gera brúk av nýggju tøknini til videofundir, sum Runavíkar kommuna hevur sett upp á Bókasavninum við Løkin. Útgerðin kann nýtast til mong ymisk endamál, so sum fundir hjá vinnulívinum, undirvísing og vegleiðing hjá lesandi og fjarlesandi, fyrilestrar og sparring har feløg ella stovnar hava samband við partar aðrastaðni. Og samskifti virkar sjálvsagt báðar vegir, soleiðis at td. ein undirvísing ella fyrilestur eisini kann varpast higani og út til onnur, sum móttaka kring heimin.

Besta á markaðinum
Hetta er tann nýggjasta og besta samskiftistøknin marknaðurin hevur at bjóða í løtuni. Henda skipanin, sum vit og onnur virkir, kommunur og stovnar í Føroyum hava, er tann mest framkomna og álítandi tá umræður ljóð- og mynda góðsku og stabilitet. Tí eru vit sera spent uppá teir møguleikar, sum fylgja við hesum umstøðum. Vit gleða okkum at bjóða almenninginum inn at brúka útgerðina. Sjálv útgerðin er tveir skermar og eitt videotól. Á tí eina skerminum sært tú fyrilestrarhaldaran ella hinar fundarluttakararnar, sum sita aðrastaðni í Føroyum ella uttanlands og á hinum skerminum kanst tú ella hin parturin vísa PowerPoint, eitthvørt skjal ella avspæla video.

Runavíkar kommuna fjálgar um borgararnar
Runavíkar kommuna sær hesa íløguna, sum eina tænastu til borgararnar, tað verið seg vinnulív, lesandi og fjarlesandi og annars feløg og stovnar, sum kunnu hava tørv á at samskifta umvegis netið. Tí er nýtslan eisini ókeypis fyri brúkararnar.

Serliga væl hóskandi til vinnulív og lesandi
Nú ber til hjá virkjum ella feløgum at koma á Bókasavnið við Løkin at fundast við sínar samstarvsfelagar, sum kunnu sita hvar sum helst aðrastaðni í heiminum. Soleiðis eru bæði tíð og pengar at spara í mun til um man skuldi ferðast. Ein videofundur er sjálvsagt ikki tað sama sum at hittast andlit til andlit, men hetta er ein góður møguleiki at hava aftrat.
Videoútgerðin ger tað eisini betri møguligt hjá borgaranum at vera búsitandi her um leiðir, hóast hann ella hon fer undir útbúgving, ella tekur ískoytisútbúgving. Fyri lesandi er tøknin og umstøðurnar væntandi serliga viðkomandi tá samskiftast skal við undirvísaran í sambandi við vegleiðing, próvtøku ella einstakar fyrilestrar.

Bókasavnið er rætti karmurin
Bókasavnið er sjálvsagdur karmur um hetta virksemi. Endamálið hjá bókasavninum er m.a. at geva atgongd til vitan, at miðla vitan og vera karmur um samskifti. Eisini er bókasavnið staðið, har vitan verður skapt og ment. Við tilboðnum um videofundir vísir bókasavnið á nýggjar arbeiðshættir og mennir sín samfelagsleiklut. Málið er at fáa skapt eitt vitanarumhvørvið har fólk við ymiskum ørindum og frá ymiskari bakgrund meir ella minni tilvildarliga hittast á bókasavninum. Hetta skal vera staðið har t.d. tann lesandi hittir umboð frá virkjum, undirvísarin hittir íverksetaran og borgarar annars hittast.

Opin skipan
Útgerðin er keypt frá Sp/f Videofundir. Á heimasíðuni videofundir.fo er eitt yvirlit yvir hvørja fyritøkur og stovnar í Føroyum higartil hava júst hesa skipanina. Til ber sjálvsagt at fundast innanhýsis ímillum hesi. Men skipanin, sum er av merkinum Cisco, samskiftir eisini við aðrar líknandi professionellar skipanir, so sum Polycom, Lifesize, Radvision og Tandberg. Kravi er at mótparturin hevur videoútgerð sum koyrður á annahvørt SIP ella H.323. Eisini ber til at luttaka í videofundi um ein hevur forrit á egnari teldu ella teldli.

Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðaran á Bókasavninum við Løkin, Svend Højgaard, á tel: 288 900 ella við telduposti á: svend@runavik.fo.

Vit sýna fegin útgerðina til Videofundir fram, og gleða okkum at frætta frá áhugaðum.

Vælkomin inn í framtíðina saman við bókasavninum!