HEIM
16.04.2018

Við Norðlýsinum eftir Gomlu Mjólkarutuni, ÓKEYPIS í Mentanarvikuni í Runavík

Norðlýsið fer at sigla á Skálafjørðinum hvønn dag í Mentanarvikuni frá 23.-29. apríl 2018.
Jóhan Petersen og Sámal Petur í Grund vera ferðaleiðarar umborð, teir koma at greiða frá egnum upplivingum, um hvussu mjólkarutan sigldi og hvønn týdning mjólkarutan hevði fyri økið.

Manningin á Havnaskrivstovuni tekur ímóti gestum hesar dagarnar, har høvi verður at síggja forkunnugu framsýningina, sum er uppsett av bygdasavninum Forna.

Tiltakið er ókeypis, tó er tilmelding neyðug um tú vilt tryggja tær pláss, tað kann gerast á http://www.atgongumerki.fo/. 

Tað er Visit Runavík sum samskipar Mentanarvikuna í Runavík.